Umsitingin ivast í lógarheimildini

bannari
Umsitingin ivast í lógarheimildini
Løgtingsfyrisitingin sigur, at heimildin um at steingja skeinkistøð og matstovur er í farsóttarlógini, sum er danskt málsøki
Ferðavinnufelagið mælir frá at leingja heimildina at lata matstovur og skeinkistøð aftur í sambandi við Covid-19
 
17.09.2020 - 08:47

Tað er ivasamt, um løgtingið hevur heimild at broyta matstovulógina soleiðis, at landsstýrismaðurin kann steingja skeinkistøð og matstovur í sambandi við Covid-19. 

Tað ger løgtingsumsitingin vart við, nú lógarheimildin hjá landsstýrismanninum at steingja matstovur og skeinkistøð skal leingjast. 

Týsdagin verður 1. viðgerð av lógaruppskotinum um at leingja heimildina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum at steingja skeinkistøð og matstovur til 31. desember. 

Løgtingsumsitingin sigur, at tey eisini í juni, tá upprunaliga uppskotið varð samtykt, gjørdu vart við, økið eigur at verða skipað í farsóttarlógini, sum er danskt málsøki.

Tann heimildin hjá landsstýrismanninum fór úr gildi 31. august.

Í uppriti skrivar løgtingsins umsiting: 

Í løgfrøðiligu eftirkanningina frá Løgtingsins umsiting til Umhvørvis- og vinnumálaráðið í sambandi við
løgtingsmál nr. 149/2019, dagfest 10. juni 2020, varð m.a. viðmerkt: “Í veruleikanum er ætlanin við hesum
lógaruppskoti at fremja broytingar og harvið áseta reglur, ið natúrliga vildu verið reguleraðar í
Epidemilógini kapittul 3, (..)  sum er danskt málsøki, sbr. § 1, stk. 2, nr. 7 í løgtingslóg um ræði á málum og
málsøkjum, og lista A, nr. 4 í heimastýrislógini. Tað er tí rættiliga ivasamt, hvørt Løgtingið hevur
lóggávuheimild á økinum.

Løgtingið samtykti kortini lógina í summar, og nú verður heimildin eftir øllum at døma longd til 31. desember.

Ferðavinnan mælir frá

Í málinum sæst eisini, at Ferðavinnufelagið mælir frá at leingja heimildina hjá landsstýrismanninum. 

Í grundgevingini skrivar Ferðavinnufelagið millum annað, at gistingarhús og matstovur liva næstan burturav av veitslum og privatum tiltøkum í lágárstíð, og vandi er fyri, at hetta verður hildið undir óskipaðum viðurskiftum, um avmarkingar vera settar fyri virkseminum. 

Víst verður eisini á, at matstovur og gistingarhús hava umstøður og førleikar at halda tilmælini um frástøðu og reinføri. 

Felagið mælir til at seta lógina í verk, tá tað er neyðugt, og at lata tíðaravmarkaðu heimildina verða galdandi í tvær til tríggjar vikur í senn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096