Marknaliðini til tvey grannalond verða stongd

Marknaliðini til tvey grannalond verða stongd
Samstundis er virksemið hjá trygdardeildunum í býunum í Hvítarusslandi, har nógv mótmæli eru
Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi, hevur stongt landamarkið til Litava og Pólland
 
18.09.2020 - 09:35

Hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko, hevur givið boð um at steingja markið til tvey av grannalondunum vestanfyri, Litava og Pólland.

Sambært forsetanum er ein stórur partur av verjuni sendur at vera á varðhaldi við markið. Og samstundis verður eftirlitið hert á markinum millum Hvítarussland og Ukraina.

Hetta hevur við sær, at forsetin gjørt av at minka um virksemið hjá trygdardeildunum í býunum í Hvítarusslandi, har nógv mótmæli eru.

- Talan er um eitt neyðugt stig, sigur Lukasjenko.

Í eini røðu á einum kvinnufundi í Minsk í gjárkvøldið, kom hann við eini beinleiðis ávaring til fólkið í teimum trimum grannalondunum.

Kunnu elva til kríggj

Hann heitti á tey um at steðga politikarunum, so teir ikki elva til kríggj, skrivar DPA.

Í gjárkvøldið kundi ein  talsmaður fyri pólsku stjórnina ikki vátta, at markið millum londini varð stongt, skrivar Reuters.

Í Litava sigur ein talsmaður fyri myndugleikarnar, at virksemið á markinum til Hvítarusslands er sum vanligt.

Pólland og Litava hava seinastu tíðina lagt diplomatiskt trýst á Lukasjenko, forseta, og m.a. hava Estland, Lettland og Litava sett týðandi fólkum í Hvítarusslandi forboð fyri at koma um markið. Teirra millum er Lukasjenko, forseti, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525