Skeinkistøð og vápnalógin í tinginum í dag

Skeinkistøð og vápnalógin í tinginum í dag
Heimildin at áseta upplatingartíðir hjá skeinkistøðum og eitt uppskot um at broyta vápnalógina fáa fyrstu viðgerð seinnapartin
Løgtingsfundur verður seinnapartin klokkan 13.30
 
22.09.2020 - 09:01

Løgtingið fer í dag viðgera uppskotið hjá Landsstýrinum, sum vil hava loyvi til at áseta upplatingartíðirnar hjá skeinkingarstøðum hetta til nýggjárs, og loyvi til at avgera, hvussu nógv fólk kunnu vera inni har í senn.

Landsstýrið hevði hetta loyvið í summar, men lógarheimildin fór úr gildi 31.august.

Men Landsstýrið vil framvegis hava hesa heimildina. 

Tí hevur Løgtingið fingið lógaruppskot um at geva loyvi til at áseta upplatingartíðirnar í heyst og í vetur. Lógarheimildin skal vera galdandi til 31.desember.

Sambært kunngerð, sum kom 8.august, skuldu skeinkingarstøðini lata aftur í seinasta lagi kl.23.00.

Men tá lógin fór úr gildi 31.august, avgjørdu skeinkistøðini av sínum eintingum at hava opið til klokkan tvey um náttina um vikuskiftini.

Vápnalógin broytast

Landsstýrið vil eisini sleppa at broyta vápnalógina. 

Landsstýrið vil hava heilt greiða heimild at krevja loyvi, tá vápn skulu av landinum, til dømis í sambandi við skjótikappingar.

Eisini gevur lógaruppskotið loyvi til at áseta reglur um føroyskt vápnapass.

Í øðrum lagi er endamálið við lógaruppskotinum at geva landsstýrisfólkinum greiða heimild at áseta nærri reglur um beinleiðis atgongd hjá politinum til vápnaskránna.

Tingfundurin í dag verður seinnapartin. Hann byrjar kl. 13.30. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040