Kostar 876 mió. kr. at reka Tórshavnar kommunu

Kostar 876 mió. kr. at reka Tórshavnar kommunu
Aftur næsta ár fer inntøkan hjá Tórshavnar kommunu upp um milliardina
156 mió. kr. verða settar av til íløgur næsta ár, men tá er Tórshavnar havn ikki tald við
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.09.2020 - 09:05

Í uppskotinum um fíggjarætlan fyri 2021, sum varð lagt fram á býráðsfundinum í gjárkvøldið, er inntøkan mett at verða ein milliard og 88 milliónir krónur, 24 milliónir, 2,2 prosent, meira enn í ár.

Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu verður tað sama næsta ár sum í ár, tað er 19.

Og barnafrádrátturin verður sum í ár, 8.000 kr.

Raksturin 876 mió. kr.

Tað fer at kosta 876 mió. kr. at reka Tórshavnar kommunu næsta ár. Og 156 milliónir eru settar av til íløgur. Tá er Tórshavnar havn ikki við.

Fíggjarætlanin hevur fyrru viðgerðina 29.oktober, sum er seinasti regluligi býráðsfundur fyri kommunuvalið.

Seinna viðgerðin verður 26.november.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846