J&K Petersen hevur lægsta boð

J&K Petersen hevur lægsta boð
Trý tilboð er komin upp á arbeiðið at gera langhylin í Havn
Nýggi bygningurin verður 3.100 fermetrar og í tveimum hæddum
 
02.10.2020 - 12:02

Byggifelagið J&K Petersen bjóðar sær til at geva langhylin í Havn fyri slakar 147,3 mió. kr.

Tilboðini vóru latin upp í gjár.

J&K Petersen hevur lægsta tilboðið.

Tilboðið hjá Articon er slakar 148,6 milliónir, og tað hjá Búsetri er 159,9 milliónir.   

Byrja alt fyri eitt

Ætlandi skal arbeiðið byrja alt fyri eitt, og vera liðugt við árslok 2022.

Nýggi bygningurin verður 3.100 fermetrar og í tveimum hæddum.

Langhylurin í Havn hevur verið leingi á veg. Í mai 2016 varð arbeiðið mett at kosta 80 mió. kr.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391