Nýggi skúlin tikin í nýtslu eftir heystfrítíðina

Nýggi skúlin tikin í nýtslu eftir heystfrítíðina
Skúlin við Streymin er størsta byggiverkætlan hjá Sunda kommunu. Hann kostar umleið 100 mió. kr.
Nýggi Skúlin við Streymin kostar umleið 100 mió. kr.
 
06.10.2020 - 14:20

Nýggi Skúlin við Streymin verður tikin í nýtslu eftir heystfrítíðina, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.

Skúlin verður vígdur hósdagin í næstu viku, og sunnudagin í næstu viku sleppur almenningurin at síggja skúlan, áðrenn hann letur alment upp mánadagin 19. oktober.

Verkætlanin at byggja nýggja Skúlan við Streymin er størsta byggiverkætlanin hjá Sunda kommunu. Skúlin kostar umleið 100 milliónir krónur.

Bygdur í 1974

Fyrsti parturin av Skúlanum við Streymin varð bygdur í 1974, skúlin varð síðani útbygdur í 1980, og fleiri dagføringar eru gjørdar síðani.

Nýggi Skúlin við Streymin verður vígdur hósdagin í næstu viku, og skúlin verður tikin í nýtslu um góðar tvær vikur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400