Vil ikki kjakast við koronusmittaðan Trump

Vil ikki kjakast við koronusmittaðan Trump
Demokratiska forsetavalevnið, Joe Biden, er kannaður tvær ferðir i seinastuni, og hann er ikki smittaður
Avbjóðarin, Joe Biden, heldur ikki, at hann og Donald Trump skulu í orðgongu, um forsetin framvegis er smittaður
 
07.10.2020 - 09:03

Demokratiska forsetavalevnið, Joe Biden, sigur, at hann heldur ikki, at hann og forsetin, Donald Trump, eiga at hittast til forsetakjakið, sum eftir ætlan skal verða 15. oktober, um Trump framvegis er smittaður.

- Eg gleði meg til at kjakast við hann, men vit mugu halda sera neyvar reglur, segði Biden, tá hann hitti tíðindafólk á Hagerstown-flogvøllinum í Maryland í gjár, áðrenn hann fleyg heim til Wilmington í Delaware.

- Eg haldi ikki, at vit skulu fara í orðgongu, um hann framvegis hevur covid, legði hann aftrat. 

Ikki smittaður

Joe Biden var kannaður í gjár og hann hevði ikki covid-19, sigur umsitingin hjá Biden. Eisini sunnudagin og seinasta fríggjadag varð Biden kannaður, og úrslitið vísti tað sama. 

Triðja umfar í forsetakjakinum er ásett til 22. oktober.

Forsetavalið verður 3. november.

Nógv hava valt

Longu nú hava fýra milliónir amerikanarar valt, og tað eru munandi fleiri enn á forsetavalinum í 2016.

- Vit hava ongantíð upplivað, at so nógv hava atkvøtt so tíðliga undan valinum, sigur Michael McDonald í United States Elections Project við Reuters.

Fýra vikur undan valinum í 2016 høvdu bara 75.000 atkvøtt frammanundan, men í ár er hetta talið meira enn 50 ferðir størri.

Koronufarstóttin hevur rakt USA meint, og nógv tora ikki at fara í valhølið 3. november. 

Fleiri statir hava tí víðkað møguleikar fyri at velja við brævatkvøðu, og tað hava nógvir amerikanarar gjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531