Nógvir skaðar og lítil vinningur

Nógvir skaðar og lítil vinningur
Í ár hava nógvir skaðar merkt úrslitið hjá Trygd, illveður og avlýstar uttanlandsferðir
Trygd hevði 147.000 krónur í vinningi fyrra hálvár
 
09.10.2020 - 08:53

Tryggingarfelagið Trygd hevði bara 147.000 kr. í vinningi eftir skatt í fyrra hálvári.

Í fjør var úrslitið seks mió. kr.

Í ár hava nógvir skaðar merkt úrslitið, illveður og avlýstar uttanlandsferðir.

Viðskiftafólkini hjá Trygd fingu góðar 50 mió. kr. í endurgjaldi fyrra hálvárið. Í fyrra hálvári í fjør fingu tey 36,7 mió, kr.

Næstan 300 fráboðanir komu um skaðar eftir illveðrið fyrst í mars. 

Skaðaprosentið, sum tað verður nevnt, var 77,6. Til samanberingar var skaðaprosentið fyrra hálvárið í fjør 60,5, sigur Trygd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775