Velja nýggjan Umboðsmann í dag

Velja nýggjan Umboðsmann í dag
Sólja í Ólavsstovu gevst sum Løgtingsins umboðsmaður á nýggjárinum
Sólja í Ólavsstovu hevur verið Umboðsmaður síðani 2006. Hon gevst á nýggjárinum
 
09.10.2020 - 08:31

Nýggjur Løgtingsins umboðsmaður skal veljast, og fyrst á dagsskránni fyri tingfundin í dag er val av Løgtingsins umboðsmanni.

Sólja í Ólavsstovu, sum hevur verið í starvinum síðani 2006, gevst sum Løgtingsins umboðsmaður á nýggjárinum.

Starvið verður ikki lýst leyst. 

Formansskapurin hjá løgtinginum finnur eitt fólk, sum flokkarnir kunnu semjast um, og so verður tað fólkið biðið. Er svarið ja, verður uppskotið lagt fyri løgtingið at atkvøða um.

Tað verður gjørt fimta hvørt ár.

Jógvan Andreassen var fyrsti løgtingsins umboðsmaður. Hann var í fimm ár og byrjaði 1.januar í 2001.

Barsilsskipan og Koltur

Annars eru barsilsskipanin og heilsutrygd á skránni hjá tinginum í dag.

Og pengar til Koltur eru eisini á skránni.

Góðar tvær milliónir eru eftir av teimum fimm, sum vórðu fluttar av kontuni hjá Royndarstøðini í Hoyvík til fornminnini í Koltri, til at gera antikvariska serskipan í Koltri.

Men tær kunnu ikki brúkast, tí lógin um tær fer úr gildi í ár.  Uppskot er tí um at leingja lógina til 2025. 

Tingfundurin í dag er klokkan tíggju.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025