Einki farmaskip, men siglingin skal skipast betur

Einki farmaskip, men siglingin skal skipast betur
Torshavnar havn og Strandferðslan skulu tryggja, at virksemi við farmi verður lagt betur til rættis, tá nýggja havnin er tikin í brúk
Siglingin hjá Smyrli skal skipast betur, og kannast skal eisini, um Smyril kann sigla skjótari
 
14.10.2020 - 13:06

 Í staðin fyri at lata farmaskip sigla millum Suðuroynna og Havnina, ætlar landsstýrið at skipa siglingina hjá Smyrli betur.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, sum spurdi um óstøðugu siglingina hjá Smyrli.

Saman við Tórshavnar havn ætlar Strandferðslan at tryggja, at virksemið við farmi verður lagt betur til rættis næsta summar, tá nýggja havnin er tikin í brúk. 

Ætlanin er eisini at kanna, um tað ber til hjá Smyrli at sigla skjótari. 

Serfrøðingar frá RolsRoyce/Kongsberg eru á veg til Føroya at gera hesar kanningar, sigur Jørgen Niclasen.

Nýggj prís- og bíleggingarskipan

Og Strandfaraskip landsins arbeiðir við nýggjari prísskipan og bíleggingarskipan, so betur ber til at leggja til rættis og gera inntøkurnar hjá Strandferðsluni størri.

Tær skulu so brúkast til at menna tænasturnar hjá Strandferðsluni, millum annað í sambandi við farmaflutning.

Strandferðslan hevur upplýsir, at flestu túrarnar hjá Smyrli er ikki so nógvur farmur, at nakar trupulleiki er.

Hon fer nú saman við vinnuni at skipa farmaflutningin soleiðis, at farmurin til einstøku túrarnar hjá Smyrli verður javnari.

Í miðal fara 140 farmasleip hvønn veg um vikuna, okkurt um 4.000 tons tilsamans.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025