Einki gylt pass í ES

Einki gylt pass í ES
Útlendingar, sum hava gjørt íløgur í Kýpros, hava fingið ES-pass afturfyri og eisini ES-ríkisborgaraskap
Nicosia er høvuðsstaður í Kypros, sum hevur givið útlendingum atgongd til innara marknaðin í ES
 
14.10.2020 - 15:50

Kýpros fer ikki longur at útvega "gylt pass", sum geva ríkum útlendingum atgongd til innara marknaðin í ES og rætt til at ferðast frítt í samveldinum við ongum visum.

Higartil hava útlendingar, sum gera íløgur fyri í minsta lagi tvær milliónir evrur í Kýpros, fingð eitt ES-pass afturfyri.

Boðini um, at hetta nú verður steðgað, komu eftir at sjónvarpsrásin, Al Jazeera, vísti eina dokumentarsending um kýpriotisku íløguskipanina.

Í sjónvarpssendingini kom fram, at fleiri kýpriotiskir tænastumenn, politikarar, advokatar og fastognar-íleggjarar eru  uppi í eini skipan, har brotsmannalið kunnu keypa ES-pass gjøgnum íløguskipanina.

Frágreiðingar um, hvussu hendan skipanin verður misbrúkt, og hvassar atfinningar frá ES, hava eisini verið frammi.

Einki samvitskubit

Fleiri íleggjarar hava uttan samvitskubit fingið ES-ríkisborgaraskap gjøgnum íløguskipanina í Kýpros. 

Fleiri hava enntá kunnað hvíttað pening gjøgnum skipanina.

Serliga russiskir og ukreinskir miljóningar hava brúkt skipanina, og seinastu tíðina hava fólk í Kina og Kambodja eisini gjørt íløgur í Kýpros.

Kýpros hevur fingið meira enn sjey milliardir evrur í inntøku frá íløguskipanini, síðani hon kom í gildi í 2013.

Men 1. november fer skipanin í søguna, í hvussu er soleiðis, sum hon er skipað nú, skriva Reuters og Al Jazeera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713