Milliardir hvørva til »fremmand« lond

Milliardir hvørva til »fremmand« lond
Svøríki missir hvørt ár fleiri milliardir krónur, tí onnur lond njósnast í landinum. Talan er bæði um njósning á netinum og av fólki
 
14.10.2020 - 08:38

Tað upplýsir svenska fregnartænastan Säpo, sambært svensku tíðindastovuni, TT.

Njósningin hevur við sær, at kunning og vitan fyri fleiri milliardir krónur hvørt ár verður flutt úr Svøríki. Stuldurin umvegis netið verður framdur av nógvum ymsum pørtum.

Vit síggja, at minst 15 lond reka slíkt ólógligt virksemi ímóti Svøríki, sigur nýsetti stjórin í Säpo, Charlotte von Essen við tíðindastovuna, TT.

Hon leggur dent á, at Kina og Rusland eru størsta hóttanin.

Londini nýta nógvar ymsar hættir til sítt virksemi, og tí er torført at steðga virkseminum. Hon mælir svensku fyritøkunum og myndugleikunum til at økja um trygdina.

Säpo mælir til skipanir, sum bæði tryggja fyritøkurnar og starvsfólkini ímóti telduálopum. Tað er helst heldur ikki nóg mikið, og tí er neyðugt við serligum lásaskipanum, bæði í fyritøkunum sjálvum, og eisini hjá starvsfólkunum.

Neyðugt er eisini hjá fyritøkunum at tryggja, at starvsfólk, sum arbeiða við viðkvomum upplýsingum, eru álítandi og vilja fyritøkuni tað besta, sigur Charlotte von Essen við TT.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742