Støðan í sáttmálatrætuni er óbroytt

Støðan í sáttmálatrætuni er óbroytt
Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava ikki lýst verkfall, og Lønardeildin ger einki
Óluva í Gong, forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Tað hevur ikki eydnast útvarpinum at fáa orð á hana um sáttmálatrætuna
 
15.10.2020 - 09:47

Einki nýtt er at frætta um sáttmálastøðuna hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum.

Mikudagin í síðstu viku vrakaði felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum semingsuppskotið, men Lønardeildin góðtók tað.

Mánadagin vrakaði Lønardeildini eitt uppskot um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1.oktober í fjør, frá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hevur ikki lýst verkfall, og hevur sum skilst ikki gjørt av, hvat nú skal henda.

Lønardeildin ger einki, sigur Jan Mortensen, stjóri har. Hann sigur, at tey hava góðtikið semingsuppskotið og fáa ikki gjørt meira.

Vit hava roynt at fingið orð á forkvinnuna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingum, Óluvu í Gong, men tað hevur ikki eydnast.  

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at enn er einki komið, sum gevur Semingsstovninum grundarlag til at kalla inn til nýggja semingsroynd.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952