- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrrverandi ráðharri skuldsettur í rúsevnamáli

Tað skrivar amerikanskir miðlar. Uttanríkisráðharrin í Meksiko, Marcelo Ebrard, skrivar á Twitter, at hann frætti um handtøkuna frá amerikanska sendiharranum í Meksiko, Christopher Landau.
Tíðindastovan AP endurgevur tvær ónevndar keldur, sum siga, at tað var narkoløgreglan, DEA, sum handtók Cienfuegos, og at hann er skuldusettur fyri at selja rúsevni og hvítting.
DEA hevur ikki svara fyrispurningum frá AP-tíðindstovuni. Cienfuegos var verjumálaráðharri í Meksiko frá 2012 til 2018 tá Enrique Pena Nieto var forseti.
72 ára gamli Cienfuegos, sum nú er pensjóneraður, varð handtikin á flogvøllinum í Los Angeles, tá hann kom við familju síni, skrivar Associated Press.

























