Hvítarussland vil hava hendur á andstøðuleiðaranum

Hvítarussland vil hava hendur á andstøðuleiðaranum
Svetlana Tikhanovskaja flýddi til grannalandið Litava, eftir umstrídda forsetavalið í Hvítarusslandi
Svetlana Tikhanovskaja heldur fram við at leggja trýst á stjórnina í Hvítarusslandi, hóast hon er í útlegd í Litava
 
16.10.2020 - 14:22

Myndugleikarnir í Hvítarusslandi vilja hava hendur á andstøðuleiðaranum, Svetlanu Tikhanovskaju, fyri ikki at hava gjørt eftir boðum frá myndugleikunum.

Tað skrivar tíðindastovan, RIA, sum endurgevur russiska innanríkisráðharran.

Svetlana Tikhanovskaja kendi seg í august noydda at flýggja til grannalandið Litava, eftir eitt umstrítt forsetaval í Hvítarusslandi. Á valinum varð sitandi forsetin sagdur at vera vinnari, tí hann fekk 80 prosent av atkvøðunum. Eftir valið fóru fólk í túsundatali út á gøturnar at mótmæla, m.a. tí Tikhanovskaja bað tey um tað.

Hon hevur síðani valið kravt, at forsetin, Lukasjenko, leggur frá sær, og hevur skipað eitt ráð, sum skal slóða fyri broytingum í landinum. Fleiri limir í ráðnum eru fongslaðir.

Eisini á russiskum lista

Svetlana Tikhanovskaja stendur eisini á einum russiskum lista yvir fólk, sum russisku myndugleikarnir vilja hava hendur á. Tað er eftir eini avtalu millum fleiri lond í Eysturevropa, sum bæði Russland og Hvítarussland hava samtykt, upplýsir hvítarussiska innanríkisráðið.

Svetlana Tikhanovskaja heldur fram við at leggja trýst á stjórnina í Hvítarusslandi, hóast hon er í útlegd í Litava. Hon hevur um dagarnar biðið hvítarussar um at fara í aðalverkfall 25. oktober, um forsetin ikki hevur lagt frá sær, og politiskir fangar eru latnir leysir.

Hon hevur boðað frá, at um umstøðurnar ikki broytast til ta tíð, so fara fólk út á gøturnar 26. oktober at steingja vegir og steðga søluni hjá øllum almennum handlum, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483