Fíggjarmálaráðið harmast verkfallið

Fíggjarmálaráðið harmast verkfallið
Fíggjarmálaráðið sigur seg altíð vera til reiðar at sessast við samráðingarborðið
Jan Mortensen er stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.10.2020 - 13:21

Fíggjarmálaráðið harmast um, at felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur lýst verkfall fyri nakrar av limunum. 

Tað sigur Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi.

Ráðið vísir á, at tað góðtók semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar, hóast einki av upprunaligu krøvunum hjá ráðnum vóru við í uppskotinum.

Fíggjarmálaráðið vísir eisini á, at undir seinastu samráðingunum, fingu sjúkrarøktarfrøðingarnir meira í lønarhækking í prosentum enn hini fakfeløgini. 

0 prosent

Fíggjarmálaráðið legði tí upprunaliga upp til null prosent í lønarhækking hesaferð, men í royndini at finna semju hevur Fíggjarmálaráðið bjóðað felagnum somu lønarhækking - 5,8 prosent yvir trý ár - sum hini fakfeløgini hava fingið.

Eisini vildi Fíggjarmálaráðið broyta avtaluna um arbeiðssteðg fyri at tryggja, at møguligur arbeiðssteðgur ikki hevur hættisligar avleiðingar fyri sjúklingarnar. 

Eisini hesum kravinum sigur Fíggjarmálaráðið seg hava slept í royndunum at finna semju við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, skrivar Fíggjarmálaráðið.

Einki samband millum partarnar

Fíggjarmálaráðið sigur seg altíð vera til reiðar at sessast við samráðingarborðið, stendur í tíðindarskrivinum.

Forkvinnan í felagnum føroyskir sjúkrarøktarførðingar, Óluvá í Gong, sigur at onki samband hevur verið millum partarnar enn, og at tey eru í bíðistøðu.

Meira verður at hoyra frá Óluvu í Gong seinni í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659