Sigur Trump ímóti: Koppsetingin ikki klár enn

bannari
Sigur Trump ímóti: Koppsetingin ikki klár enn
Ein av fremstu læknaligu ráðgevunum hjá Trump-stjórnini sigur nú amerikanska forsetanum ímóti
Anthony Fauci, sum er ráðgevi í heilsumálum hjá Trump, sigur forsetanum ímóti í málinum um, nær koronukoppsetingin er klár
 
26.10.2020 - 06:12

Trump hevur rætt í, at ein koppseting helst er ment áðrenn hetta árið er runnið, men tað gongur ein tíð áðrenn koppsetingin fer út til fólk.

Tað sigur læknin, Anthony Fauci, sum er ein av fremstu heilsuráðgevunum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, í samrøðu við BBC.

Tá vit tosa um, at ein stórur partur av øllum fólkunum í landinum skal koppsetast, so eru vit mest sannlíkt komin inn í annan ella triðja ársfjórðing í 2021, sigur Anthony Fauci í samrøðuni.

Forsetavalevni lova ókeypis koppseting

Sostatt er læknin ikki samdur í tí, sum Trump róði framundir í sjónvarpskjaki í síðstu viku. Í samrøðuni við BBC tók læknin eisini frástøðu frá tí, sum Trump hevur sagt um, at hann er vorðin immunur eftir at hava verið smittaður.

Bæði Donald Trump og Joe Biden, ið stilla upp til forsetavalið, hava báðir lovað, at koppsetingin verður ókeypis fyri allar amerikanarar, so skjótt, hon er klár.

USA er tað landið í heiminum, sum er harðast rakt av koronusmittuni. Nú eru stívliga 225.000 fólk í USA deyð av smittuni sambært Johns Hopkins University.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776