Fýra tilburðir í gjár

bannari
Fýra tilburðir í gjár
16 fólk eru smittað í løtuni
Í gjár vórðu 709 koronukanningar gjørdar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.10.2020 - 15:48

Fýra smittutilburðir av koronu vórðu staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. 

Í øllum førum er talan um fólk, ið komu loftvegis til Føroya úr øðrum londum. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er farin undir at spora smittuna.

Í gjár vórðu 709 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 151.668 kanningar gjørdar.

494 fólk hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 478 fólk eru frísk aftur, og 16 eru smittað í løtuni. Eingin er innlagdur á sjúkrahús við koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328