Seks milliónir aftrat til Glasir

Seks milliónir aftrat til Glasir
Útstoypingar til betongelement eru ikki gjørdar eftir krøvunum í verkætlanartilfarinum
Glasir hevur framvegis brúk fyri pengum. Í hesum umfari verður biðið um seks milliónir í eykajáttan
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.10.2020 - 09:08

Skúladepilin í Marknagili hevur framvegis brúk fyri pengum til byggingina.

Nú verður biðið um seks milliónir krónur.

Í februar í fjør fekk Landsverk ábendingar um, at útstoypingar millum betongelement ikki vóru gjørdar eftir krøvunum í verkætlanartilfarinum. 

Kanning vísti, at allar fúgur í berandi veggjum skulu útstoypast til fulnar. 

Hetta er ein av fortreytunum fyri at fáa endaligt nýtsluloyvi til bygningin frá Tórshavnar kommunu, sigur Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Sagt verður eisini, at arbeiðið, sum er mett at vara fýra mánaðir, er við í gerðarrættarmálinum millum Landsverk og TG-Verk.

Har fellur avgerðin fríggjadagin í næstu viku.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129