Arbeiðsloysið hálvt annað prosent

Arbeiðsloysið hálvt annað prosent
Í Suðuroy minkaði arbeiðsloysið úr 6,4 niður í 3,4 prosent í summar
Síðani korona fór at ganga í vár, hevur arbeiðsloysið ligið um 1,8 prosent, men í august var tað komið niður í 1,5 prosent
 
29.10.2020 - 10:15

Arbeiðsloysið er minkað seinastu mánaðirnar, og í august var tað komið niður í hálvt annað prosent, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Síðani koronufarsóttin tók seg upp í vár, hevur arbeiðsloysið verið um 1,8 prosent.

Í august vóru 454 fólk fulltíðararbeiðsleys, 1,5 prosent.

Somu tíð í fjør var arbeiðsloysið 1,1 prosent.

Í flestu økjum í landinum er arbeiðsloysið millum eitt og tvey prosent.

Í Suðuroy er talið størri, 3,4 prosent. Men frá juli til august minkaði arbeiðsloysið í Suðuroynni úr 6,4 niður í 3,4 prosent, vísa tølini hjá Hagstovuni. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576