Magnus avloysir Edmund í fólkatinginum

Magnus avloysir Edmund í fólkatinginum
Edmund Joensen fer í farloyvi 3. november
Magnus Rasmussen, høgrumegin, avloysir Edmund Joensen í fólkatinginum eitt stutt tíðarskeið í november
 
29.10.2020 - 10:34

Magnus Rasmussen tekur nú sæti á fólkatingi fyri Edmund Joensen, sum fer í farloyvi eitt stutt tíðarskeið frá 3. november.

Hetta er fyrstu ferð, at Magnus Rasmussen tekur sæti í fólkatinginum

Hann hevur verið løgtingsmaður síðani 2015, og á fólkatingsvalinum í fjør gjørdist hann nummar fýra á sambandslistanum við 520 atkvøðum. Edmund Joensen fekk 1883 atkvøður.

Kaj Leo Holm Johannesen og Bárður á Steig Nielsen gjørdust ávikavist nummar tvey og trý, men teir eru báðir í landsstýrinum.

Í løgtinginum er Magnus Rasmussen formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum, og hann er eisini formaður í fíggjarnevndini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040