Forsetavalið: Valluttøkan kann seta met

Forsetavalið: Valluttøkan kann seta met
Longu nú hava 93 milliónir fólk valt, tey flestu við brævi
Alt bendir á, at valluttøkan á forsetavalinum í USA hesaferð fer at seta met
 
02.11.2020 - 09:55

Talið á amerikanarum, sum hava valt fyri sjálvan valdagin, fer eftir øllum at døma at seta met.

Tað vænta politiskir serfrøðingar sambært fjølmiðlinum, USA Today.

Í gjár, tveir dagar undan forsetavalinum, høvdu fleiri enn 93 milliónir fólk í USA longu atkvøtt, vísir eitt yvirlit hjá US Elections Project.

Av teimum 93 milliónunum høvdu meira enn 59 milliónir fólk valt við brævi, og umleið 34 milliónir fólk hava atkvøtt á einum valstað.

Kann fara upp um 62 prosent

- Tað er ikki óhugsandi, at tá atkvøðurnar í morgin eru taldar, hava 150 milliónir fólk verið á vali í USA.

Tað sigur Michael McDonald, professari á University of Florida, sum eisini rekur US Elections Project.

Hendir tað, fer samlaða valluttøkan í USA upp um 62 prosent, sum er tann størsta síðani forsetavalið í 2008, skrivar CNN.

Myndugleikarnir í Washington fyrireika seg nú til, at ófriður fer at taka seg upp í sambandi við forsetavalið í morgin. Girðingar eru settar upp við Hvítu húsini og eisini við Trump Hotel í Washington. Og handilseigarar hava eisini sett plátur fyri handilsvindeyguni, skrivar ABC News á netinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145