Korona: Skulu velja við brævatkvøðu

bannari
Korona: Skulu velja við brævatkvøðu
Veljarar, sum eru avbyrgdir og í sóttarhaldi, skulu ikki møta valstaðnum
 
02.11.2020 - 14:51

Veljarar, sum vegna COVID-19 eru avbyrgdir, í sóttarhaldi ella heimauppihaldi, skulu ikki møta á valstaðnum sjálvan valdagin fyri at greiða atkvøðu til kommunuvalið.

Hesir veljarar kunnu í staðin velja við brævatkvøðu, sigur Umhvørvis- og vinnumálaráðið.

Atkvøðugreiðsla við brævi verður frá týsdegnum 3. november til mánadagin 9. november. Atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar tann 10. november.

Veljarar, sum eru avbyrgdir, í sóttarhaldi ella heimauppihaldi, skulu seta seg í samband við avvarðandi kommunu ella valnevnd, soleiðis at valnevndin kann fyrireika, hvussu atkvøðugreiðslan við brævi skal fara fram.

Yvirlit yvir kommunurnar sæst her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542