Steingrímur gevst í íslendskum politikki

Steingrímur gevst í íslendskum politikki
Steingrímur J. Vigfússon hevur verið í altinginum síðani 1983. Eingin hevur verið so leingi í altinginum sum hann.
Steingrímur J. Vigfússon hevur sitið í altinginum síðani 1983
 
02.11.2020 - 08:51

Ein tann kendasti politikarin í Íslandi, Steingrímur J. Sigfússon, hevur avgjørt ikki at stilla upp, tá altingsval verður næsta ár.

Hann hevur verið í altinginum síðani 1983. Eingin hevur verið so leingi í altinginum sum hann.

Hann hevur eisini verið ráðharri, millum annað fíggjarmálaráðharri.

Nú er hann altingsformaður.

Úr Alþýðubandalaginum

Steingrímur J. Sigfússon var fyrsti formaður hjá teimum vinstru grønu. Hann var formaður frá 1999 til 2013.

Áðrenn hann var við til at stovna flokkin hjá teimum vinstru grønu, var hann í Alþýðubandalaginum, sum upprunaliga var kommununistiski flokkurin í Íslandi.

Steingrímur J. Sigfússon, sum er føddur í 1955, stillaði fyrstu ferð upp í 1978. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129