Eingin smittutilburður síðani 30. oktober

bannari
Eingin smittutilburður síðani 30. oktober
Heldur ikki í gjár varð nakar smittutilburður staðfestur
Nú eru 155.237 koronukanningar gjørdar í Føroyum
 
03.11.2020 - 10:54

710 koronukanningar vórðu gjørdar í Føroyum í gjár, og allar vóru negativar.

Nú eru 155.237 kanningar gjørdar í Føroyum.

495 fólk eru staðfest at vera smittað í Føroyum síðani 3.mars, tá fyrsti tilburðurin varð funnin.

490 teirra eru ikki smittað longur, so nú eru fimm fólk sjúk.

19 fólk eru í sóttarhaldi. Eingin er innlagdur við koronu.

Seinast, smittan varð funnin í Føroyum, var 30.oktober, tá var ein tilburður, og næstseinast var 26.oktober, tá fýra tilburðir vóru.

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435