22 mió. kr. til viðlíkahald í 185 bygningum

22 mió. kr. til viðlíkahald í 185 bygningum
Í fyrstu atløgu verður einki gjørt við tíggju bygningar, tí teir eru í so ringum standi, at serlig játtan má til
 
04.11.2020 - 11:21

22 mió. kr. eru settar av til at halda viðlíka 185 almennar bygningar í 2021.

Hetta er 119.000 kr. fyri hvønn bygning, sum verður mett at vera alt ov lítið, sigur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum.
 
Landsverk sigur, at stovnurin hevur avgjørt í fyrstu atløgu einki at gera við tíggju bygningar, tí standurin er so mikið vánaligur, og serlig játtan má til.

Eingin játtan til 18 bygningar

Eingin játtan er til viðlíkahald av 18 bygningum, sigur Landsverk.

Landsverk avgjørdi í 2017 at taka hond um teir bygningar, sum nakað kann gerast við.

Í 2024 er ætlanin at játta 30 mió. kr., sigur Fíggjarmálaráðið í svari til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531