Semingsroyndin gav einki úrslit

Semingsroyndin gav einki úrslit
Grundarlag er ikki fyri at leggja nýtt semingsuppskot fram, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður
Semingsmenninir eru givnir við semingsroyndini, tí teir meta ikki, at grundarlag er fyri at halda fram
 
04.11.2020 - 15:49

Semingsstovnurin er givin við royndunum at fáa sjúkrarøktarfrøðingarnar og lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum at semjast um nýggjan sáttmála.

Semingsstovnurin ger ikki meira, uttan so at partarnir heita á Semingsstovnin um at koma upp í aftur samráðingarnar.

Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Hann vil ikki siga, hví teir eru givnir við royndunum at fáa partarnar at semjast, men hann sigur so mikið, at tveir partar skulu til fyri at semjast.

Semingsstovnurin gav pørtunum í gjárkvøldið ymiskar orðingar í einum møguligum sáttmála, sum tey skuldu svara á middegi í dag.

Fyrrapartin segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, at tá hann hevði fingið svar frá pørtunum, kom møguliga eitt semingsuppskot á borðið. 

Einki grundarlag at halda fram

Men svarið ella svarini góvu ikki grundarlag fyri at leggja nakað semingsuppskot fram, og tí eru semingsmenninir givnir við royndunum at finna semju millum lønardeildina og sjúkrarøktarfrøðingarnar.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava givið Sjúkrahúsverkinum øll tey undantøk, ið tey hava biðið um, og tað er galdandi til klokkan klokkan trý seinnapartin í morgin.

Óluva í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, vil ikki gera viðmerkingar til støðuna í løtuni.

Felagið fer nú at umrøða støðuna, sigur hon.

Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum sigur, at tey hava staðfest, at royndin hjá semingsmonnunum bar ikki á mál, og fleiri viðmerkingar hevur hann ikki.

Í Fíggjarmálaráðnum fara at umrøða støðuna, sigur hann, og vísir á, at Fíggjarmálaráðið góðtók semingsuppskotið, sum semingsmenninir løgdu fyri partarnar, meðan sjúkrarøktarfrøðingarnir vrakaðu semingsuppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375