Kanna nú aftur myrkatøl

bannari
Kanna nú aftur myrkatøl
Hóast myndugleikarnir hava skrásett, hvussu nógv hava havt koronusmittuna, kann talið vera størri
Myndugleikarnir fara kring landið at taka blóðroyndir av teimum, sum vera við í kanningini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.11.2020 - 10:52

1.500 føroyingar fáa í næstum bræv frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, her fólkini verða spurd, um tey vilja luttaka í eini kanning, ið skal varpa ljós á koronu-myrkatølini.

Hetta skal kannast, so myndugleikarnir fáa eina neyvari ábending um, hvussu nógvir føroyingar hava havt COVID-19, síðani fyrsta skrásetta tilburðin í landinum 3. mars.

Í miðal eru øll fólk í Føroyum kannað tríggjar ferðir fyri COVID-19, og hóast myndugleikarnir hava skrásett, hvussu nógv fólk hava havt smittuna í Føroyum, kann talið vera størri.

Neyvari mynd

Myrkatalskanningin, sum nú verður gjørd, skal geva heilsumyndugleikunum eina neyvari mynd av sanna talinum, sigur Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu.

Blóðroyndir verða tiknar í døgunum frá 21. til 30. november, tá heilsumyndugleikarnir fara runt landið at taka blóðroyndirnar.

Ein líknandi kanning varð gjørd í apríl, tá 1.075 føroyingar í øllum aldri luttóku í kanningini hjá heilsumyndugleikunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375