Biden tosar væntandi við tjóðina í kvøld

Biden tosar væntandi við tjóðina í kvøld
Fleiri amerikanskir fjølmiðlar skriva í kvøld, at Joe Biden í kvøld lokala tíð, væntandi fer at tosa við amerikonsku tjóðina
 
06.11.2020 - 18:08

Sambært CNN, fer Biden at tosað um, hvussu hann hugsar sær eina skiftistíð frá stjórnartíðini hjá Donaldi Trump til hann væntandi sjálvur tekur við og flytir inn í Hvítu húsini. 

Fjølmiðlarnir taka tó fyrivarni fyri, at uppteljingin í sveiggjstatum framvegis kann broyta ætlaninar hjá Biden, og tí er framvegis óvist, um hann fer at boða frá, at hann hevur vunnið valið. Amerikanskir miðlar skriva í kvøld, at varaforsetavalevnið, Kamala Harris, eisini fer at halda talu í kvøld.

Skal Donald Trump vinna forsetavalið í USA, noyðist hann at vinna í Pennsylvania, nú Joe Biden er á odda í sveiggj-statunum Georgia og Pennsylvania. 

Støðan seint seinnapartin

Seint seinnapartin var Biden á odda í Pennsylvania við 9033 atkvøðum, nú 98 prosent av atkvøðunum har eru upptaldar. 

Í North Carolina er Donald Trump á odda við meira enn 76.700 atkvøðum og har eru 94 prosent av atkvøðunum upptaldar.

Í Nevada eru 86 prosent av atkvøðunum taldar, og har er Joe Biden á odda við 22.076 atkvøðum.

Og í Georgia er sera javnt, - har er Joe Biden á odda við einans 1.587 atkvøðum, nú 99 prosent av atkvøðunum eru upptaldar.

Í Georgia kunnu valevnini biðja um umteljing, og í Pennsylvania verður umteljing, um munurin er minni enn 0,5 prosent-stig millum valevnini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221