Símun Gullaksen toppskorari í Fugloy

bannari
Símun Gullaksen toppskorari í Fugloy
Símun Gullaksen, varaborgarstjóri og bóndi í Fugloy, fekk 13 atkvøður á kommunuvalinum
Símun Gullaksen
 
10.11.2020 - 20:38

Trý valevni skuldu veljast inn í nýggja kommunustýrið.

Símun Gullaksen er toppskorari, hini valevnini sum eru vald inn eru: Amalia í Frammistovu, sum fekk 11 atkvøður og Maria Fríða Christiansen, sum fekk sjey atkvøður.

38 fólk høvdu valrætt í Fugloy, og 34 atkvøður komu inn til valið í ár. Tað eru tvær bygdir í Fugloyar kommunu; Hattarvík og Kirkja.

Nýggja kommunustýrið sær soleiðis út:

1) Símun Gullaksen, 13 atkvøður.

2) Amalia í Frammistovu, 11 atkvøður.

3) Maria Fríða Christiansen, sjey atkvøður.

Trý onnur valevni vóru eisini uppstillað: Elias Sonni Zachariassen fekk tríggjar atkvøður, ímeðan Jóannes Andrason og Jóhanna Maria Hanusardóttir Lydersen fingu null atkvøður hvør.

Til kommunuvalið í ár var bert ein felags listi - Listi A.

Undanfarin ár hava tveir listar verið uppstillaðir í Fugloyar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115