Ikki brúk fyri eykajáttan til koronukanningar

bannari
Ikki brúk fyri eykajáttan til koronukanningar
Við verandi smittutrýsti verður roknað við, at sjúkrahúsverkið hevur nóg mikið av pengum til koronukanningar tað, sum eftir er av árinum
Heilsumálaráðið hevur biðið um eina góða millión í eykajáttan til koronukanningar, men Sjúkrahúsverkið sigur nú, at brúk verður ikki fyri pengunum
 
17.11.2020 - 08:29

Sjúkrahúsverkið hevur boðað frá, at ikki er brúk fyri umbidnu eykajáttanini til koronukanningar í ár.

Tað hevur Fíggjarnevndin fingið at vita frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum.

Í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum Fíggjarnevdnin viðger í løtuni, er biðið um eina millión og 120.000 kr. til koronukanningar á sjúkrahúsunum.

Sjúkrahúsverkið hevur nú boðað frá, at ikki er brúk fyri pengunum.

Við verandi smittutrýsti verður roknað við, at sjúkrahúsverkið hevur nóg mikið av pengum til koronukanningar tað, sum eftir er av árinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952