Johan Dahl spyr um veiðigjøld í fiskivinnuni

Johan Dahl spyr um veiðigjøld í fiskivinnuni
Løgtingsmaðurin hjá Sambandsflokkurin staðfestir, at landskassin missir 200 mió. kr., nú uppboðssølan er tikin av
Johan Dahl fer í morgin at spyrja Jørgen Niclasen um veiðigjøldini í fiskvinnuni
 
17.11.2020 - 14:58

Johan Dahl í Sambandsflokkinum vil nú hava at vita frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, nær uppleggið um veiðigjøldini í fiskivinuni verður klárt at taka støðu til politiskt.

Johan Dahl fer at spyrja Jørgen Niclasen, tá munnligir fyrispurningar vera í tinginum í morgin. 

Hann spyr, hvussu uppleggið verður sett saman, og nær ætlanin er at seta nýggju skipanina við veiðigjøldum í verk.

Johan Dahl staðfestir í viðmerkingunum til fyrispurningin, at við nýggju fiskivinnuskipanini, sum kom í gildi á nýggjárinum, har uppboðssølan varð tikin av, misti landskassin umleið 200 milliónir kr. í inntøku um árið frá uppboðssøluni. 

Kann elva til hall á fíggjarlógini

Henda inntøkan er farin úr peningarenslinum og skapar hall á fíggjarlógini, sigur hann.

- Rakstrarútreiðslurnar og risaíløgurnar skulu fíggjast, og er inntøkubygnaðurin hjá landskassanum ikki skipaður rætt og nóg breitt, eru ikki aðrir møguleikar enn at spara munandi í rakstri og íløgum. Í ringasta føri er neyðugt at hækka skattin ella at taka lán, sigur Johan Dahl í viðmerkingunum til fyrispurningin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809