Búskapurin sloppin væl frá koronu

Búskapurin sloppin væl frá koronu
Higartil hava peningastovnarnir ikki havt týdningarmikil tap av hvørki fyritøkum ella húsarhaldum, sigur landsbankin
Samanborið við onnur lond, er føroyski búskapurin sloppin væl frá koronu
 
23.11.2020 - 11:00

Føroyski búskapurin er higartil sloppin væl frá koronu samanborið við onnur lond.

Landsbankin sigur, at higartil hava peningastovnarnir ikki havt týdningarmikil tap av hvørki fyritøkum ella húsarhaldum.

Gjaldførið landsins var í triðja ársfjórðingi 4,5 milliardir krónur, 1,6 milliard omanfyri minstagjaldførið.

Landskassin lænti 1,6 mia. kr. í juni. 

Hálv mia. oman fyri minstagjaldførið

Gjaldførið hjá landskassanum lá um 500 mió.kr. oman fyri minstagjaldførið við ársenda 2019, sigur Landsbankin.

Landskassin hevur tí tikið hálva millard av gjaldførinum fyri at standa móti koronu.

Tá landskassin lænti 1,6 mia.kr., vaks skuld landskassans upp í 5,3 mia. kr.

Landskassaskuldin er 26 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.

Somu meting sum í fjør
 
Ratingarfyritøkan Moody’s gav í august Føroyum somu rating, meting, sum í fjør.

Tann metingin er tann triðhægsta. Hon eitur Aa2 við støðugum útliti.

Moody´s metir, at landskassaskuldin kann byrja at minka aftur longu í 2021.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980