Læna minni í Føroyum, men meira í Danmark

Læna minni í Føroyum, men meira í Danmark
Eftirspurningurin eftir fígging hevur ikki verið stórur, síðani korona koma til Føroya
Útlánsvøksturin í peningastovnunumvar bara eitt prosent, tá triði ársfjórðingur endaði, sigur Landsbankin
 
23.11.2020 - 11:05

Føroysku peningastovnarnir læna ikki nógvar pengar út í løtuni.

Eftirspurningurin eftir fígging hevur ikki verið stórur, síðani korona koma til Føroya.

Útlánsvøksturin var bara eitt prosent, tá triði ársfjórðingur endaði.

Men fólk læna meira frá donsku realkredittstovnunum. Har var vøksturin 19 prosent.

Landsbankin hevur kannað, hvussu nógvar pengar, vinnugreinarnar hava í peningastovnunum.

Hjálparpakkar gera mun

Gisti- og matstovuvinnan hevur ikki nógv á bók. Men heilsøla og smásøla, flutningur og goymsla hava fleiri tøkar pengar. 

Tað sama kann sigast um byggivinnuna og fiskivinnuna.

Landsbankin heldur, at hjálparpakkarnir og onnur tiltøk hjá tí almenna hava gjørt mun hjá vinnuni,

Peningastovnarnir hava boðið viðskiftafólkunum avdráttarskáa, men hvørki húsarhald ella vinnan hava í merkisverdan mun tikið av.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179