Manningarviðurskiftini um at verða loyst

Manningarviðurskiftini um at verða loyst
Hóast Jákup Sverri enn er skrásettur sum handilsskip, kunnu flestu av manningini mynstra við, sum talan er um eitt fiskiskip.
Ósemja hevur verið, um Jákup Sverri er handilsskip ella fiskiskip, men nú tykist ein loysn at vera í eygsjón. Nýggja havrannsóknarskipið liggur framvegis á Skála
 
24.11.2020 - 12:48

Er Jákup Sverri fiskiskip ella handilsskip? Tað hevur verið stóri spurningurin í Fiskimálaráðnum og hjá øðrum, sum hava við skipið at gera.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur verið og er framvegis púra greiður: Jákup Sverri er fiskiskip.

Hans Jóhannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, hevur eisini verið eins greiður: 

- Um vit skráseta Jákup Sverra sum annað enn handilsskip, so bróta vit lógina. Og tað vil eg ikki, hevur hann sagt við útvarpið. 

Loysn í eygsjón

Hóast hvørgin parturin hevur viljað slakað, er ein loysn í eygsjón, sum partarnir tykjast vera nøgdir við.

- Fiskimálaráðið hevur biðið um, at manningin á Magnusi Heinason, sum varð skrásettur sum fiskiskip, skal kunna mynstra við nýggja skipinum. Vit hava kannað og hugt at treytunum, og niðurstøðan er, at dekkarar og kokkur kunnu mynstra, sum talan er um fiskiskip. Teir, sum eru á brúnni, mugu tó hava vinnubrøv til handilsskip, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum.

Vilja varðveita manningina

Kringvarpið hevur fingið innlit í málið, og har sæst millum annað, at Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, í skrivi 15. januar í ár til Fiskimálaráðið hevur grundgivið fyri týdninginum, at fiskimenn fara at manna nýggja havrannsóknarskipið:

"Tað er umráðandi, at vit kunnu varðveita verandi manning, sum vit hava á Magnusi Heinason. Manningin kennir arbeiðsgongdirnar, trolleiðirnar og dugir stak væl við øllum teimum mongu trolunum, sum vit brúka. (Vit brúka eitt stórt tal av ymiskum botn- og uppsjóvartrolum, teir sera ymisku túrarnar, sum vit hava. Uml. 80% av tíðini verða trol brúkt.
Vit eru væl stillað við stak dugnaligum og royndum trol- og brúgvafólki." 

Kann liva við støðuni

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vil ikki gera samrøðu við útvarpið, men hann sigur tó, at um manningarviðurskiftini á Jákupi Sverra kunnu vera sum hjá fiskiskipi, so kann hann liva við støðuni, sjálvt um skipið verður skrásett sum handilsskip.

Landsstýrismaðurin vísir á, at nakrir snøklar eru eftir, og hann vil ikki úttala seg um málið, fyrr enn alt er avgreitt.

Tað er framvegis skipasmiðjan Mest, sum er skrásett at vera eigari av havrannsóknarskipinum. Nógv varð annars gjørt burutur úr á Skála 31. oktober, tá ið Jákup Sverri fekk navn og skuldi latast Fiskimálaráðnum.

Mouritz Mohr, stjóri á Mest, og landsstýrismaðurin vænta, at havrannsóknarskipið verður latið landinum fyrsta dagin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744