Nú eru 11.000 milliardir í oljugrunninum

Nú eru 11.000 milliardir í oljugrunninum
Norski oljugrunnurin eigur partabrøv í fleiri enn 9.000 feløgum kring heimin
Norski oljugrunnurin er vaksin 1.000 milliardir eftir einum ári
 
24.11.2020 - 09:08

Norski oljugrunnurin eigur nú meir enn 11.000 milliardir kr., og tað er ikki meir enn eitt ár síðani, at grunnurin fór upp um 10.000 milliardir kr.

Grunnurin misti fitt av inntøkum, tá koronusmittan fór at gera um seg í vár, og eitt skifti í mars var virðið  9.300 milliardir kr.

Síðani er virðið vaksið aftur, og í vikuni fór tað upp um 11.000 milliardir kr.

Partabrøv í 9.000 fyritøkum

Um ársskiftið uppýsti grunnurin at hann hevði sett pengar í, ella keypt partabrøv í 9.202 ymiskum feløgum kring heimin.

Tað verður av nógvum hildið at vera ov nógv, og at grunnurin átti at havt pening í færri fyritøkum.

Hvussu útlitini hjá oljugrunninum eru, verður nógv gitt um, men higartil hevur grunnurin tryggjað vælferðina í Noregi, og hóast nógv ivamál hava verið av koronufarsóttini, so hevur ikki verið neyðugt hjá norsku stjórnini at broyta búskapargongdina í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952