Kvinnuhúsið nógv fleiri fráboðanir um harðskap

Kvinnuhúsið nógv fleiri fráboðanir um harðskap
Vøksturin er 50 prosent síðani 2018
Higartil í ár hevur Kvinnuhúsið fingið 648 fráboðanir, 116 fleiri enn í fjør
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.11.2020 - 13:22

Kvinnuhúsið í Havn fær nógv fleiri fráboðanir um harðskap í ár enn nakað annað ár.

Higartil í ár eru komnar 648 fráboðanir, 116 fleiri enn alt árið í fjør og 114 fleiri enn í fyrraárið. 

Vøksturin er 50 prosent síðani 2018.

Tølini eru í tíðindabrævi frá Kvinnuhúsinum, Kvinnufelagnum í Havn og Amnesty International Føroyar.

Altjóða dagur móti harðskapi

25.november, sum er í dag, er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum.

Teir tríggir felagsskapirnar mæla til at gera okkurt við hendan samfelagstrupulleikan, sum teir siga, so talið næsta ár verður minni enn í ár.
 
Serliga nógvur harðskapur, har annar ella báðir partar eru rúsaðir, eru fráboðaðir í ár. Vøksturin er 256 prosent.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756