TAKS: Tolllógin má broytast og tillagast

TAKS: Tolllógin má broytast og tillagast
Tolllógin, sum upprunaliga er frá 1991, skal broytast. Nógvar broytingar eru í uppskotinum, sum nú er sent til hoyringar
 
27.11.2020 - 07:39

TAKS hevur gjørt Fíggjarmálaráðið varugt við, at neyðugt er at dagføra og broyta tolllógina. 

Nakrar ásetingar í lógini eru ikki tíðarhóskandi og samsvara ikki við galdandi mannagongdir og, hvussu tolllógin verður umsitin nú. 

Skal gerast lættari at finna rúsevni

Millum annað skal tollvaldið hava atgongd til ferðafólkalistar hjá teimum, sum flyta fólk til Føroya.

Hetta verður gjørt fyri at styrkja møguleikan hjá tollvaldinum at finna rúsevni og annað tílíkt, sum kemur til Føroya.

Handilssáttmálin millum Føroyar og ES er broyttur, so seyðakjøt og geitakjøt úr ES í avmarkaðum nøgdum kann innflytast tollfrítt til Føroya.

Hoyringarfreistin er til 4. januar 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858