Ternan aftur í sigling fyri jól

Ternan aftur í sigling fyri jól
Avtalan við Strandferðsluna heldur, sigur stjórin á Klaksvíkar sleipistøð
Ternan stendur á sleipistøð í Klaksvík, har hon verður klassað. Hon verður klár at seta aftur í sigling 20. desember
 
30.11.2020 - 11:04

Strandfaraskipið Ternan, sum er til 40 ára klassing á Klaksvíkar sleipistøð, fer aftur at sigla til Nólsoyar fyri jól. 

– Enn er einki komið undan kavi, sum vit ikki vistu skuldi gerast við skipið, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni, og tí verður Ternan aftur sett í sigling til Nólsoyar 20. desember, sum ætlanin hevur verið.

Ternan fór á beding 20. oktober, og avtalan við Klaksvíkar sleipistøð, var, at arbeiðið skuldi taka níggju vikur.

Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar sleipistøð, sigur, at avtalan hjá teimum við Strandferðsluna heldur, og at Ternan verður klár til tíðina.

Jósup skuldi røkja siglingina hjá Ternuni ta fyrstu tíðina, og síðani var ætlanin at nýggja tríkiljan, Erla Kongsdóttir, skuldi sigla til Nólsoyar.

Nýggj rampa

Erla Kongsdóttir bíðar framvegis eftir endaligu góðkenningini. Neyðugt er at gera eina nýggja rampu, so Erla Kongsdóttir kann leggja at í Nólsoy.

Tann rampan verður klár 20. desember, samstundis sum Ternan aftur fer í sigling um Nólsoyarfjørð, sigur Jóhan Petur Abrahamsen. Meðan Ternan er á sleipistøð, røkir Hasfjord farmasiglingina til Nólsoyar.

Tveir farmatúrar verða gjørdir um vikuna. Neyðugt er at tillaga fráferðina hjá Hasfjord eftir sjóvarfallinum og tí verða farmatúrar gjørdir um tað mundið tá hægsta flóð er.

Siglt verður av Gomlurætt og/ella Havnini til Nólsoyar og aftur, og ferðaætlanin fyri farmatúrar verður lýst viku fyri viku. Tey, ið vilja flyta farm við Hasfjord, kunnu seta seg í samband við  farmastøðina í Havn, upplýsir Strandferðslan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751