Trygdarvenjingin eydnaðist væl

Trygdarvenjingin eydnaðist væl
Tá loyvini koma frá Sjóvinnustýrinum, er Erla Kongsdóttir klár at fara í sigling
Strandferðslan bíðar nú eftir siglingarloyvum til Erlu Kongsdóttir
 
30.11.2020 - 10:49

Strandferðslan bíðar eftir loyvum frá Sjóvinnustýrinum, og tá tey eru komin, er Erla Kongsdóttir klár at fara í sigling. Trygdarvenjingin fríggjadagin lukkaðist væl, upplýsa Strandfaraskip landsins.

Ætlanin var, at Erla Kongsdóttir skuldi sigla á Nólsoyarleiðini, men tað ber illa til, tí ongir skráar eru at leggja portrið á, so til dømis bilar sleppa umborð ella í land.

Býráðið í Havn samtykti hóskvøldið at gera skráar, ella rampur, í Nólsoy og í Havn. Játtaðar eru 630.000 krónur til endamálið. Skráarnir vera 10 metrar langir.

Takast í brúk fyri jól

Í Nólsoy verður skráin í norðara enda á bryggjuni úti á Klivum, og í Havn verður hann sunnan fyri skráan, sum Ternan brúkar.

Viðrar, og gongur annars alt væl, kunnu skráarnir takast í brúk beint fyri jól. Pengarnir, 630.000 krónur, verða tiknar av kontu hjá Tórshavnar havn.

Vinnunevndin hjá býráðnum hevur biðið havnarmeistaran um loysn fyri atløguviðurskiftini í Hesti.

Bara fýra havnir, sum Strandfaraskipini brúka, hava hydrauliskar rampur, sum laga seg eftir flóð og fjøru. Tær eru í Skopun, á Gomlurætt, í Klaksvík og á Syðradali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328