Havstovan ger tilmæli um Føroyabanka

Havstovan ger tilmæli um Føroyabanka
Royndir bæði við troli og við línu vísa, at sera lítið er til av toski á Føroyabanka. Hetta hevur verið støðan síðani 2006
Magnus Heinason ger royndir á Føroyabanka. Lítið er til av toski, men hýsa og longa eru á Bankanum
 
01.12.2020 - 13:03

Nú í desember fer Havstovan at lata landsstýrismanninum í fiskivinnumálum tilmæli um botnfisk undir Føroyum.

Føroyabanki, sum hevur verið friðaður í nógv ár, er við í tí tilmælinum.

Royndir bæði við troli og við línu vísa, at sera lítið er til av toski á Føroyabanka. Hetta hevur verið støðan síðani 2006.

Men hýsa og til dømis longa eru á Føroyabanka.

Jacob svarar Jóhan Eli

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað spurningum frá Jóhan Eli Poulsen, løgtingsmanni, um stongdar leiðir og royndarveiðu á Føroyabanka.

Hann sigur, at ein arbeiðsbólkur gav Fiskimálaráðnum frágreiðing um friðaðar og stongdar leiðir fyri seks árum síðani. Har vóru uppskot um broytingar.

Men arbeiðsbólkurin helt seg ikki hava nóg stóra umboðan til at gera broytingar í stongdum økjum.

Hann mælti tí til at seta breiðari bólk at viðgera broytingarnar. Ætlanin er nú at eftirmeta allar stongdar leiðir. 

Vinnan, Havstovan og Vørn vera við, tá stongdu leiðirnar verða eftirmettar, sigur landsstýrismaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262