John Rajani tikið við sum sendimaður

John Rajani tikið við sum sendimaður
Sendistovan í Tel Aviv letur væntandi upp í januar
John Rajani fekk blómutyssi frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, tá hann formliga tók við starvinum sum sendimaður í Ísrael
 
01.12.2020 - 11:11

Í dag, 1. desember, tekur John Rajani við starvinum sum sendimaður Føroya í Ísrael.

Sendimaðurin fer í vikuni til Ísraels at gera fyrireikingar og kanningar í sambandi við, at sendistovan letur upp. Sendistova Føroya í Tel Aviv letur eftir ætlan upp fyrst í januar, sigur Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Arbeitt verður við at fyrireika eina føroyska vinnuferð til Ísraels. Vinnuferðin verður so skjótt umstøðurnar viðvíkjandi COVID-19 loyva tí.

24 umsóknir

24 søktu um at gerast føroyskt sendifólk í Ísrael, 20 menn og fýra kvinnur. 

Arbeiðsøkið umfatar politiskt, vinnuligt og mentanarligt samstarv.

Í fíggjarlógini fyri 2020 eru 1,6 milliónir krónur til sendistovu í Ísrael.  Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri næsta ár eru fýra milliónir krónur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815