Eginognin í Barsilsgrunninum minkað

Eginognin í Barsilsgrunninum minkað
Orsøkin er, at eftirlønin er ikki útreiðsluførd í rakstrinum, men skrásett í fíggjarstøðuni
Feilurin hevur tó ikki rakt tey, sum fáa barsilspengar. Eftirlønin av barsilspengum kom í 2018
 
02.12.2020 - 13:52

Eginognin hjá Barsilsgrunninum er minni enn hildið varð, til Landsgrannskoðanin var og vitjaði í fjør.

Orsøkin er, at eftirlønin er ikki útreiðsluførd í rakstrinum, men skrásett í fíggjarstøðuni.

Feilurin er komin, tá KT-skipanin varð broytt í sambandi við, at eftirlønargjaldið skuldi leggjast aftrat barsilspengunum og ikki longur dragast frá pengunum, áðrenn teir vórðu goldnir.

Hetta gjørdi, at útgjøld til eftirlønir ikki eru útreiðsluførd í rakstrinum, og tí er Barsilsgrunnurin ikki kravdur eftir allari upphæddini, sum Barsilsskipanin hevur goldið.

Feilurin hevur tó ikki rakt tey, sum fáa barsilspengar. Eftirlønin av barsilspengum kom í 2018.

Eginognin 11,2 mió. minni

Tað árið var eginognin hjá Barsilsskipanini 4,1 millión krónur minni enn hildið, og í 2019 var hon 7,1 millión krónur minni.

Eginognin var tí góðar 11,2 milliónir krónur minni enn upprunaliga sagt við ársbyrjan í ár, so hon fór beint undir strikuna niður í minus.

Nýggjastu tølini siga, at hallið hjá Barsilsgrunninum verður 14 milliónir krónur í ár.

Neyðugt er tó ikki at hækka inngjaldið meira enn tey 0,15 prosentstigini, sum longu eru skotin upp, sigur Umhvørvis- og Vinnumálaráðið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595