Sáttmálin lagdur fyri tingið

Sáttmálin lagdur fyri tingið
Samráðingar um fiskirættindi verða við bretar hálvan desember
Jacob Vestergaard skrivaði undir karmsáttmálan við Bretland 29. oktober. Nú er hann lagdur fyri tingið
 
02.12.2020 - 08:19

Landsstýrið hevur biðið løgtingið góðkenna, at landsstýrið setir í gildi karmsáttmálan millum Føroyar og Bretland um fiskiskap, sum varð undirskrivaður í Keypmannahavn 29. oktober.

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum hevur góðkent sáttmálan.    

Samráðingar verða um fiskirættindi hálvan desember.

Tá verður greitt, hvørji tøl skulu setast í karmsáttmálan millum Føroyar og Bretland, sum kemur í gildi á nýggjárinum, tá Bretland fer úr ES.

Fiska alt í bretskum sjógvi

Føroyski fiskiskapurin í ES-sjógvi er næstan allur í bretskum sjógvi. Í 2018 vórðu 96,2 prosent fiskað í bretskum sjógvi.

Bara 3,8 prosent vórðu fiskað hjá øðrum ES-londum.

Serliga er møguleikin hjá Føroyum at fiska 30 prosent av føroysku makrelkvotuni í ES-sjógvi týðandi, tí allur tann makrelurin verður fiskaður í bretskum sjógvi.

Hesin møguleikin er við í makrelsemjuni, sum Føroyar, ES og Noreg gjørdu í 2014 og varar til nýggjárs.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650