Norröna fer í dokk í Danmark

Norröna fer í dokk í Danmark
Skipið skal hava 50 dupultkømur afturat, og á tíggjunda dekki verður gjørd ein nýggj kafé
Soleiðis fer Norröna at sígga út, tá hon fer aftur í sigling tíðliga í vár
 
04.12.2020 - 10:55

17. desember fer Norröna seinastu ferð úr Føroyum, áðrenn skipið fer í dokk á Fayard skipasmiðjuni í Munkebo í Danmark.

Hagar fer Norröna eftir at hon hevur verið í Hirtshals 19. desember. Fá ferðafólk eru nú og eisini á jólum. 

Men farmurin er framvegis nógvur, og Smyril Line hevur leigað eitt italskt ro-ro farmaskip, meðan Norröna er í dokk.  

Norröna skal fara aftur úr Hirtshals til Føroya 6. mars næsta ár.

Norröna skal hava 50 dupultkømur afturat, og á tíggjunda dekki verður gjørd ein nýggj kafé.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342