Kunngerð um óljóð frá skipum farin til hoyringar

Kunngerð um óljóð frá skipum farin til hoyringar
Sambært uppskotinum koma fyrstu markvirðini fyri óljóð í gildi 1.juli næsta ár
Markvirði fyri lágfrekvent óljóð frá skipum við bryggju skal vera 27 desibell, millum klokkan 23.00 og 07.00, og 32 desibell um dagin og kvøldið, stendur í uppskotinum um kunngerð
 
07.12.2020 - 08:45

Uppskotið um kunngerð, sum skal minka um ampa og skaðilig árin, sum óljóð frá skipum við bryggju hevur á fólk, sum búgva nærindis havnarløgum, er nú til hoyringar.

Hoyringarfreistin er til 4.januar.

Sambært uppskotinum koma fyrstu markvirðini fyri óljóð í gildi 1.juli næsta ár.

Markvirði fyri lágfrekvent óljóð frá skipum við bryggju, mátað innandura í bústøðum, bústovnum og sjúkrahúsum skal tá vera 27 desibell, millum klokkan 23.00 og 07.00, og 32 desibell um dagin og kvøldið.

1.januar 2023 lækkar markvirðið niður í ávikavist 23 og 28 desibell, og 1.januar 2025 niður í 20 og 25 desibell.

Lágfrekvent óljóð er, sambært uppskotinum um kunngerð, ljóð við frekvensi millum 10 og 160 hertz.

Umhvørvisstovan hevur eftirlit

Álagt verður havnarmyndugleikum fyri 1.juli næsta ár at máta lágfrekvent óljóð inni í bústøðum, bústovnum ella sjúkrahúsum, sum eru serliga ábær fyri óljóði frá skipum við bryggju.  

Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at kunngerðin verður hildin.

Havnarmyndugleikin avger sjálvur, hvussu hann sær til, at ásettu markvirðini verða hildin. 

Talan kann vera um at flyta skip, at vísa skipum burtur ella útvega skipum landsstreym, stendur í hoyringarskrivinum.

Røkir havnarmyndugleikin ikki sínar skyldur, kann Umhvørvisstovan geva honum boð um ítøkiligar atgerðir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527