Landsstýrismaðurin vil onga broyting hava kortini

Landsstýrismaðurin vil onga broyting hava kortini
Kaj Leo Holm Johannesen heitti á Trivnaðarnevndina um ikki at broyta tilskotstigan hjá Heilsutrygd, sum hann annars sjálvur skeyt upp at broyta
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, skeyt upp at broyta gjøldini til Heilsutrygd, men seinni heitti hann á Trivnaðarnevndina um ikki at ger nakra broyting kortini
 
07.12.2020 - 10:26

Tað er eftir áheitan frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, at meirilutin í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum mælir frá at broyta tilskotstigan hjá Heilsutrygd og spara átta milliónir krónur.

Meirilutin í nevndini, Uni Rasmussen, Edva Jacobsen, Erhard Joensen og Jóhan Eli Poulsen, mælir frá at broyta tilskotstigan. 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sum eigur uppskotið, mælti fyrst til at broyta tilskotstigan. 

Men hann broytti hugsan, og bað Trivnaðarnevndina um at mæla til ikki at broyta stigan.  

Gevur 11,5 mió. kr.

Skotið verður upp at hækka heilsutrygdargjaldið 0,10 prosentstig, úr 0,60 prosentum upp í 0,70 prosent av skattskyldugu inntøkuni.

Harafturat skulu fólk enn sum fyrr gjalda 175 krónur í heilsutrygdargjaldi.

Hækkingin er mett at geva landskassanum 11,5 mió. kr.

Óneyðug broyting

Minnilutin í Trivnaðarnevndini, Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir og Aksel V. Johannesen, mælir staðiliga frá at samtykkja uppskotið um broytingar í Heilsutrygd.

Tær eru ikki neyðugar, siga tey.

Seinastu fimm árini hevur inntøkuvøksturin hjá Heilsutrygd verið størri enn útreiðsluvøksturin, siga tey og vísa til tøl frá Heilsumálaráðnum.

Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla eru á skránni fyri tingfundin í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Útiguðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424