Koronutiltøk verða víðkað til 30 kommunur aftrat

bannari
Koronutiltøk verða víðkað til 30 kommunur aftrat
Frammanundan eru strong tiltøk sett í verk í 38 kommunum í Danmark. Nú er ætlanin at seta somu tiltøk í verk í øðrum kommunum eisini
Magnus Heunicke hevur boðað til tíðindafundar seinnapartin um seinastu koronutiltøkini
 
10.12.2020 - 11:09

Danska stjórnin fer at stongja 30 kommunur aftrat. Tað skrivar danska TV2, sum endurgevur ónevndar keldur.

Mikudagin lótu 38 kommunur í Danmark aftur, millum annað Odense og Århus og 36 kommunur í høvuðsstaðarøkinum. 

Sambært upplýsingum, sum TV2 hevur fingið, er talan um somu avmarkingar, sum nú verða víðkaðar.

Smittutíttleikin veksur

Mikudagin vórðu allir næmingar frá 5. flokki og uppeftir sendir heim í hesum 38 kommununum, og matstovur, sjónleikarhús, søvn, biografar og bókasøvn hava eisini latið aftur.

Almennir arbeiðsgevarar hava fingið áheitan um at senda øll starvsfólk til hús, sum ikki hava serligt virksemi, og mælt verður eisini privatum arbeiðsgevarum til at senda síni starvsfólk heim, um tað ber til.

Men tað er framvegis óvist, hvussu nógvar og hvørjar kommunur verða fevndar av nýggju avmarkingunum, men sambært upplýsingum, sum TV2 hevur fingið, verður talan um kommunur, har smittutíttleikin er 200 ella fleiri fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, og at meira enn tvey prosent hava fingið staðfest sjúkuna seinastu sjey dagarnar.

Framsøgufólkini í covid-19-nevndini í fólkatinginum verða kunnað fyrrapartin, og TV2 skilir, at nýggju avmarkingarnar verða settar í verk um fáar dagar.

Seinnapartin hevur danska heilsumálaráðið boðað til tíðindafundar, har kunnað verður um nýggju tiltøkini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373