Útlendingar skulu ikki kunna keypa í sama mun

bannari
Útlendingar skulu ikki kunna keypa í sama mun
Tað skal ikki vera gjørligt hjá útlendingum at keypa nógva jørð og fastogn í Føroyum, fyri síðan at lata tey standa óvirkin og órøkt
 
10.12.2020 - 05:55

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari til ein §52a fyrispurning, sum Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett. 

Tingmaðurin spurdi, um løgmaður ætlar at seta í verk forðingar, at loyva útlendingum at keypa fastogn í Føroyum. 

Í svarinum verður upplýst, at løgmansskrivstovan arbeiðir við málinum, men at ávís ivamál eru. 

Lógaruppskotið sent til ummælis fyrst í 2021

– Eg haldi, at endamálið við at áseta reglur á hesum økinum eigur at vera, at vit onkursvegna tryggja okkum, at tey, sum eiga fastogn í Føroyum, hava tilknýti til Føroyar.

– Eisini er neyðugt at byrgja uppfyri, at útlendingar ikki eiga alt ov nógvar fastognir í ávísum økjum í landinum. Hinvegin mugu vit heldur ikki seta óneyðugar forðingar fyri útlendskum vinnuvirksemi í Føroyum, svarar løgmaður.

Løgmaður væntar, at lógaruppskotið er klárt at senda til ummælis fyrst í komandi ári.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308