Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum

Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum
Umboðini hjá samgonguni mæla løgtinginum frá at samtykkja uppskotið til samtyktar frá Bjarna Hammer um felags foreldramyndugleika
 
11.12.2020 - 08:19

Við klassisku grundgevingini um, at landsstýrið arbeiðir við málinum og skal hava frið til tess, tekur samgongan ikki undir við uppskotinum til samtyktar hjá Bjarni Hammer í Javnaðarflokkinum um felags foreldramyndugleika fyri bæði foreldur.

Trivnaðarnevndin hevur havt uppskotið síðani 29. september, og nú er álitið komið haðani. Meirilutin í nevndini, umboðini hjá samgonguni, tekur ikki undir við uppskotinum og mælir løgtinginum frá at samtykkja tað.

Meirilutin vísir á, at í Danmark er eitt avtaluprinsipp um avgerðina um felags foreldramyndugleika hjá ógiftum, og at bæði foreldrini hava ábyrgd av, at barnið hevur samveru við tað foreldrið, sum ikki hevur foreldramyndugleikan. 

Lógarásetta prinsippið er ikki í Føroyum

Her noyðast fólk í rættin við slíkum spurningi um foreldrarætt.  Tjóðveldið tekur undir við uppskotinum, tó við teirri broyting, at løgtingið biður landsstýrið koma við einari nýggjari lóg um foreldramyndguleika.  

Tjóðveldið heitir á landsstýriskvinnuna um at hava allar flokkar við í arbeiðinum at gera nýggja foreldramyndugleikalóg, nú málsøkið er yvirtikið.

Og lógirnar í hinum Norðurlondunum skulu brúkast sum íblástur til at gera eina lóg, sum er lagað til føroysk viðurskifti og føroyskan tørv. Javnaðarflokkurin tekur undir við uppskotinum hjá Bjarna Hammer.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087